- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samferðslan aftur løgd lamin av kava

Koyrilíkindini eru av teimum ringastu, nú tað hevur kavað av møkum síðan tíðliga í morgun. Løgreglan ræður frá yvirhøvur at koyra millum bygdir.
Klokkan trý korter til tólv boðaði løgreglan frá, at í løtuni er ikki koyrandi til og úr Vestmanna fyri kava.
Greinin heldur fram niðanfyri
Eisini um Velbastaðháls eru sera ring koyrilíkindi. Fleiri bilar standa fastir á Velbastaðhálsi, og løgreglan ræður frá, at koyrt verður um Velbastaðháls í løtuni.
Greinin heldur fram niðanfyri
Landsverk boðar frá, at hált og krapi er kring alt landið, og í tíðindunum nú á middegi fráráddi Landsverk óneyðugari koyring í dag. Bilar hava ikki einans rent seg fastar á landsvegunum, men eisini í bygdum øki.
Busskoyring eisini ávirkað
Allir býarbussar í Havn vórðu settir fyri løtu síðan. Tórshavnar kommuna boðar frá, at býarbussarnir í kommunu ikki koyra í løtuni vegna nógvan kava. Viðrar, koyra teir aftur seinni.
Ringu koyrilíkindini ávirka eisini túrarnir hjá Bygdaleiðum. Strandferðslan sigur, at Leið 100, 600 og 601 longu eru givnar at koyra, og at Leið 300 og 400 eisini steðga koyringina seinni í dag.
Flúgvingin er eisini darvað. Flogførini hjá Atlantic Airways, ið skuldu fara seinnapartin, eru fyribils útsett til í kvøld, sambært ferðsluyvirlitinum hjá Vága floghavn.






















