Tjóðveldi vil avmarka samfelagsligan váða

Tjóðveldi vil avmarka samfelagsligan váða
Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini taka tó ikki undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi um at avmarka samfelagsliga váðan av útlendskum bankavirksemi
Tjóðveldi vil avmarka samfelagsliga váðan av útlendskum bankavirksemi. Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini taka ikki undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi til samtyktar

02.02.2015 - 11:01

Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Bogi Andreasen halda ikki, at landsins myndugleikar hava møguleikar at regulera hesi viðurskifti nøktandi við lóg.

Teir fýra, Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Bogi Andreasen, vísa á, at Fíggjarmálaráðið hevur gjørt semju við danir um, at stóru bankarnir í Føroyum gerast SIFI-bankar.

Ein SIFI-banki verður mettur av hava so stóran týdning fyri búskapin, at hann kann ikki fara av knóranum. Kemur ein SIFI-banki í trupulleikar, verða tiltøk sett í verk beinan vegin.

Mæla frá at samtykkja uppskotið

Tess størri týdning, bankin verður mettur av hava fyri samfelagsbúskapin, tess størri verða kapitalkrøvini til bankan, siga samgongutingmenninir í fíggjarnevndini, sum mæla frá at samtykkja uppskotið.

Minnilutin, sum eru umboðini fyri Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, mælir til at samtykkja uppskotið. Eyðgunn Samuelsen, Aksel V. Johannesen og Kristina Háfoss, vísa á, at bruttotjóðarúrtøkan í fjør var 15 milliardir kr., sambært meting hjá Búskaparráðnum.

Javnin hjá størsta bankanum í landinum er nærum 17 milliardir. Í Føroyum hava vit tvey stór fíggingarsamtøk, ið hava ein javna, ið er sera stórur sammett við virksemið í landinum.

Tað krevur, at samfelagið hevur neyvt eftirlit við váðanum, ið fíggjargeirin hevur fyri samfelagið, siga andstøðuumboðini í fíggjarnevndini. Atkvøtt verður um uppskotið í tinginum hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328