- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ung í Føroyum lítlan áhuga fyri dagbløðum
Stóra skúlaspurnakanningin, Ungfólk í Føroyum 2012, spurdi tey ungu, hvussu nógvar tímar um vikuna tey lesa bøkur, sum eru aðrar enn skúlabøkur, myndarøðir, dagbløð, tíðarrit, bløð á netinum og annað tilfar á netinum.
Góð níggju prosent siga seg lesa annað tilfar enn skúlabøkur í minsta lagi fýra tímar um vikuna. Helvtin av teimum ungu siga seg eisini lesa myndarøðir viðhvørt. Sløk fýra prosent siga seg lesa myndarøðir í minsta lagi fýra tímar um vikuna.
Kanningin varð gjørd í øllum 9. flokkum kring alt landið. 19 av tilsamans 21 skúlum við 9. flokkum luttóku. Kanningin umfatar øll, sum eru fødd í 1996. Umleið 540 luttakarar vóru eftir, tá tey ógyldugu skjølini vóru drigin frá. Umleið 52 prosent vóru gentur.
Bløð á netinum størri áhuga
56 prosent lesa ongantíð dagbløð. Einans trý ung siga seg brúka í minsta lagi fýra tímar um vikuna til dagbløð. Bløð á netinum hava sindur størri áhuga.
193 ung - 38 prosent - lesa ikki bløð á netinum. Tó eru einans 28 ung - seks prosent - sum brúka í minsta lagi fýra tímar um vikuna til tað. Tey allarflestu lesa annað tilfar á netinum viðhvørt.
Granskingarætlanin slóðbrótandi samstarv
87 prosent siga seg lesa annað á netinum hvørja viku. 13 prosent siga seg brúka í minsta lagi seks tímar til hetta um vikuna.
Granskingarverkætlanin var slóðbrótandi samstarv millum Rannsóknir & Greining á Háskúla Reykjavíkar og Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum.
Firouz Gaini, sum samskipaði og gjøgnumførdi tann føroyska partin, hevur eisini skrivað frágreiðingina Ungfólk í Føroyum 2012.