Borgarstjórin vil hava apotek í miðbýnum

Borgarstjórin vil hava apotek í miðbýnum
Borgarstjóri í Havn heldur, at Havnin hevur brúk fyri einum apoteki í miðbýnum Havn. Hann sigur, býráðið regluliga fær áheitanir frá borgarum
Havnin hevur brúk fyri einum apoteki í miðbýnum, heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri
 
19.02.2015 - 10:03

Havnin hevur brúk fyri einum apoteki í miðbýnum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur, sum hann sigur, vegna borgarar í Tórshavnar kommunu, heitt á Apoteksverkið um at lata upp eitt apotek afturat í Havn, og tað skal vera í miðbýnum.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

Heðin Mortensen sigur, at býraðið alla tíðina fær áheitanir frá fólki um at royna at fáa eitt apotek afturat í býnum, tí tað kann vera rættiliga drúgvt at bíða eftir at sleppa framat í Tjaldurs apoteki.

Heðin Mortensen lovar at hjálpa Apoteksverkinum at finna høli til apotek í miðbýnum. Tjaldurs apotek avgreiðir okkurt um 700 viðskiftafólk um dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167