Neytamjólk kann gera fólk tjúkk

Neytamjólk kann gera fólk tjúkk
Nýggjastu kostráðini í Danmark siga, at pinkubørn eiga bara at fáa móðurmjólk ella eftirgjørda móðurmjólk fyrsta árið
 
23.02.2015 - 14:01

Pinkubørn eiga ikki at fáa neytamjólk, fyrr enn tey eru meira enn ársgomul.

Soleiðis ljóða nýggju kostráðini frá danska Heilsustýrinum, sum eru grundað í skjalfestari vitan um, hvønn kost pinkubørn og smábørn eiga at fáa fyri at vaksa, sum tey eiga.

Ráðini eru, at pinkubørn alt tað fyrsta árið bara fáa móðurmjólk ella eftirgjørda móðurmjólk. Grundin er, at neytamjólk hevur tríggjar ferðir so nógv protein í sær, sammett við móðurmjólk, og ov lítið av jarni. Heilsustýrið sigur, at prógv eru fyri, at ov nógv protein tað fyrsta árið hevur týdning fyri, um fólk verða ov tjúkk seinni í lívinum.

Ikki eta tunfisk

Onnur nýggj kostráð eru eisini fyri tey minstu. M.a. verður mælt frá, at børn undir trý ár fáa tunfisk, tí vandi er fyri, at tey fáa ov nógv kyksilvur, og at tað kann ávirka menningina av heilanum skeiva vegin. Og so eru eisini onnur ráð um, at pinkubørn kunnu fáa kost við gluten, áðrenn tey eru hálvt ára gomul.

Nýggju kostráðini til pinkubørn og smábørn kunnu lesast á heimasíðuni hjá Heilsustýrinum á www.sundhedsstyrelsen.dk

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776