Kringvarpið strikar kjakbólk á Facebook

Kringvarpið strikar kjakbólk á Facebook
Leiðslan í Kringvarpinum hevur í longri tíð fingið klagur um viðferð av bæði starvfólkum í Kringvarpinum og øðrum, sum brúka bólkin
 
24.02.2015 - 15:50

Leiðslan í Kringvarpi Føroya hevur gjørt av at strika bólkin á Facebook undir navninum Kringvarp Føroya. 

Leiðslan í Kringvarpi Føroya hevur í longri tíð fingið klagur um viðferð av bæði starvfólkum í Kringvarpinum og øðrum, sum brúka henda bólkin. 

Kringvarp Føroya varar ikki formelt av hesum bólki, og tí verður bólkurin nú strikaður, sigur leiðslan. 

Bólkurin er kærdur til Fjølmiðlanevndina og til løgtingsins umboðsmann. 

Løgtingsins umboðsmaður hevur enn ikki viðgjørt klaguna, men Fjølmiðlanevndin er komin við sínum úrskurði. 

Fjølmiðlanevndin sigur millum annað, at um hugt verður eftir orsøkini til kæruna, er tað uttan iva óheppið, at persónur, sum luttekur í sending o.a hjá KVF, verður viðgjørdur í facebookbólkinum á tann hátt, sum gjørt verður í hesum máli.

Tað má tí vera uppgávan hjá og í áhugamálinum hjá KVF at handfara hetta mál víðari. 

Leiðslan í Kringvarpi Føroya virðir úrskurðin hjá Fjølmiðlanevndini og hevur tikið avgerð um at strika bólkin. 

Kringvarp Føroya hevur tó ein almennan vanga á Facebook, og navnið er tað sama - Kringvarp Føroya. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674