Kringvarpsfólkini kæra (eisini) dómin

Kringvarpsfólkini kæra (eisini) dómin
Kringvarpsfólkini hava avgjørt at skjóta dómin í tollmálinum inn fyri hægri rætt, eins og fyrrverandi redaksjónsleiðarin á Portalinum eisini ætlar
Kringvarpsfólkini hava avgjørt at skjóta dómin, ið fall í sonevnda tollmálinum mikudagin, inn fyri Landsrættin
 
27.02.2015 - 09:40

Kringvarpið sendi fyri løtu síðani út tíðindaskriv til føroysku miðlarnar, í kjalarvørrinum á dóminum í sonevnda tollmálinum, ið fall mikudagin. Í tíðindaskrivinum stendur:

Dómurin í Føroya Rætti kann tulkast sum, at Føroyar eru ov lítlar til at hava frælsar fjølmiðlar. Tí hava kringvarpsfólkini Dia Midjord, stjóri, Liljan Weihe, tíðindaleiðari, og Jan Lamhauge, journalistur, gjørt av at kæra dómin til Landsrættin.

Miðlafólkini hava sambært Føroya Rætti ógrundað lagt Jørgen Niclasen undir at hava framt revsiverd viðurskifti. Føroya Rættur staðfestir í dóminum, at P/f N. Niclasen seldi ótollaðar vørur, hóast hetta ikki var samsvarandi treytunum í lógini.

Dómurin staðfestir eisini, at tað er rætt og neyðugt, at fjølmiðlarnir siga almenninginum frá hesum, hóast málið er gamalt og ikki er um revsiverd viðurskifti. Men síðani leggur Føroya Rættur millum annað dent á, at:

"Det er ligeledes væsentligt, at det i et lille samfund som det færøske er en demokratisk nødvendighed, at folkevalgte politikere ikke forsvarvsløst skal kunne udsættes for dækningsløse sigtelser for strafbare forhold i de lokale massemedier, da man i modsat fald kan risikere, at den nødvendige minimumsrekruttering av opstillede til politiske valg trues".

Dómurin staðfestur sostatt, at føroysku miðlarnir ikki hava sama rásarúm sum miðlar úti í heimi.

- Vit halda, at føroya fólk eigur sama rætt til miðlafrælsi sum fólk í demokratiskum londum, og tí má Landsrætturin fáa høvi at viga dómin, verður sagt í tíðindaskrivi, ið varð sent út fyri løtu síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. mars
Morgunlestur leygardagur 1. mars 2025
187869
Fríggjadag 28. februar
Vikuskiftið 28 februar 2025
188454
Fríggjadag 28. februar
Breddin: Politiska støðan og snús
188439
Fríggjadag 28. februar
Morgunlestur fríggjadagur 28. februar 2025
187868
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
Heim, kæra heim (2:3) - teknmálstulkað
188381