AB og B36 hava lagt saman

AB og B36 hava lagt saman
Kvinnuliðini hjá AB og B36 hava lagt saman til eitt lið. Hetta ger at bert fimm lið eru í 1.deild hjá kvinnum í ár
 
09.03.2015 - 20:10

Tað er ongantíð ein ynskistøða at leggja lið saman, men í hesum føri var tað neyðugt fyri bæði B36 og AB, sigur Anja Weyhe nevndarlimur og fyrrverandi liðskipari hjá B36.

Hon sigur at valið stóð í millum, at bæði liðini meldaðu seg úr kappingini ella gjørdu eina samanlegging. Men hon leggur aftur afturat, at hetta er ein fyribilsloysn og tískil er samstarvsavtalan bert gjørd fyri kappingarárið 2015.

B36 hevur tvey tey seinastu árini havt tað trupult at manna besta kvinnuliðið. Hetta kann tykjast løgið tá B36 tapti tepurt 2-1 fyri KÍ í steypafinaluni í 2012, og bleiv nummar tvey í landskappingini.  

AB hevur havt hendan sama trupulleikan at manna einasta kvinnuliðið, sum felagið hevur. AB endaði aftast í kappingini bæði í 2013 og 2014 við fimm og fýra stigum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650