Jákup: - Hann sparkar meg inn á skinnabeinið við nógvari megi

Jákup: - Hann sparkar meg inn á skinnabeinið við nógvari megi
Jákup Biskopstø stórfegnaðist um at vera aftur á vøllinum í landsliðsbúnanum og var eisini væl nøgdur við liðavrikið í javnleikinum ímóti Slovakia
Mathias Dimon Næs
13.11.2026 - 22:19

 - Avrikið var heilt fantastiskt, helt Jákup Biskopstø.

Miðvallarin frøddist um, at hann aftur var á vøllinum fyri landsliðið, eftir at skaðar hildu honum uttanfyri í teimum fyrstu fýra Nations League-dystunum, og hann var væl nøgdur við javnleikin í Slovakia.

 - Vit fara herfrá við einum stigi. Vit eru ósigraðir enn, og vit kenna tað so, at vit skuldu havt vunnið hendan dystin. Eg haldi, at mann er komin langt sum landslið, og tað er stuttligt at vera partur av, segði KÍ-miðvallarin.

Tað var Jákup Biskopstø, sum vann brotssparkið, sum gav Føroyum kjansin at javna eftir laka byrjan í Kosice.

 - Eg haldi, videoupptøkurnar vísa, at eg fekk øgiliga ilt, segði miðvallarin um brotssparkið, sum viðmerkjararnir hjá KvF hildu vera í bíligara endanum.

 - Eg haldi, at hatta er brotsspark. Eg fari inn, og hann sparkar meg inn á skinnabeinið við nógvari megi, og eg fái ilt, men hevur tú kjansin at fáa dómaran at hugsa seg um eina ferð eyka, so gert tú tað, segði Jákup Biskopstø.

Viljormur Davidsen ivaðist ikki og javnaði við sínum áttanda landsliðsmálið, og eftir steðgin legði Áki Samuelsen Føroyar framum. Slovakar javnaðu, og hóast føroyingarnir raktu tvørtræð og stong báðu megin útjavnandi málið, kom einki mál afturat.

 - Nú er tað upp til Føroya fólk at fylla Tórwsvøll mánadagin klokkan 15, og so ætla vit okkum at vinna hasa finaluna á heimavølli, segði Jákup Biskopstø.

Kringvarpið vísir dystin og byrjar at senda klokkan 14.00. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Fríggjadag 13. november
Breddin: Miðlastuðul og vitlíki í bókmentum
216363
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328