Kristianna farin í Javnaðarflokkin

Kristianna farin í Javnaðarflokkin
Kristianna Winther Poulsen, sum hevur sitið á tingi fyri Sjálvstýrisflokkin, er farin uppí Javnaðarflokkin.
 
09.03.2015 - 20:13

Kristianna var triðvald á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum, og hevur fleiri ferðir verið á tingið, sum varafólk fyri Sjálvstýrisflokkin í hesi tingsetuni. Men nú er hon farin í Javnaðarflokkin, tað skrivar Sosialurin í kvøld. Við Sosialin sigur Kristianna Winther Poulsen, at hon ætlar sær ikki at gevast í politikki, og fegin vil halda fram. Men at hon fær ikki hildið fram í Sjálvstýrisflokkinum, tí hon er ikki samd við linjuna hjá Kára P. Højgaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867