Vilja hava aðalorðaskifti um búskapin

Vilja hava aðalorðaskifti um búskapin
Tjóðveldi sigur, at búskaparpolitikkurin hjá sitandi samgongu røkkur ikki inn í framtíðina, hann er alt ov stuttskygdur
 
10.03.2015 - 08:04

Tjóðveldi vil hava aðalorðaskifti í løgtinginum um fíggjarligt haldføri í búskapinum og um gjaldoyrapolitikk.

Flokkurin vil hava løgtingið at biðja landsstýrið koma við frágreiðing um vantandi haldføri í búskapinum.

Tjóðveldi vísir á Búskaparráðið, sum eftirlýsir haldføri í føroyska búskapinum.

Fíggjarligt haldføri er ikki haldføri eitt ella tvey ár fram í tíðina. 

Fíggjarligt haldføri er, tá inntøkur og útreiðslur hjá tí almenna javnviga 25-30 ár fram í tíðina, sigur Búskaparráðið.

Ov stuttskygt

Tjóðveldi sigur, at búskaparpolitikkurin hjá sitandi samgongu røkkur ikki inn í framtíðina, hann er alt ov stuttskygdur. 

Fyri at fáa lagt lunnar undir nýggjari og haldførari kós í fíggjar- og búskaparpolitikkinum eigur landsstýrið at koma í løgtingið við frágreiðing til aðalorðaskiftis um, hvørji ítøkilig tøk skulu takast fyri at tryggja fíggjarliga haldførið hjá føroyska búskapinum nú og í framtíðini, sigur Tjóðveldi í uppskoti sínum. 

Uppskotið skal hava fyrstu viðgerð fríggjadagin.

Gjaldoyrapolitikkur

Men longu í dag fer løgtingið at viðgera eitt annað uppskot hjá Tjóðveldi um frágreiðing frá landsstýrinum og aðalorðaskifti. Tað uppskotið er um føroyskan gjaldoyrapolitikk, nú danska krónan er undir hørðum trýsti og órógv er á altjóða gjaldaoyramarknaðinum.

Landsstýrið og løgtingið eiga at viðgera og taka støðu til, hvør gjaldoyraloysn og hvør gjaldoyrapolitikkur er bestur fyri Føroyar, bæði nú og um stórar broytingar henda á altjóða gjaldoyramarknaðinum í næstu framtíð, sigur Tjóðveldi í uppskoti sínum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439