Ísland tikið ES-umsókn aftur

Ísland tikið ES-umsókn aftur
Í staðin fyri limaskap í ES ætlar Ísland at styrkja samstarvið við ES
 
13.03.2015 - 08:05

Ísland hevur tikið umsókn sína um limaskap í ES aftur.

Íslendska ríkisstjórnin samtykti fyrr í vikuni, at hon ikki fer at halda fram at samráðast við ES um treytir fyri limaskapi.

Stjórnin metir nú ikki Ísland at vera millum londini, sum hava søkt um limaskap í ES, og biður ES taka tað til eftirtektar.

Samstundis boðar íslendska stjórnin frá, at avgerð hennara loysir Ísland frá øllum bindingum við ES, sum samráðingarnar hjá undanfarnu stjórnini um limaskap høvdu við sær.

Styrkja samstarvið

Í staðin fyri limaskap í ES ætlar Ísland at styrkja samstarvið við ES.

Sambært íslendsku ríkisstjórnini virðir ES avgerðina hjá Íslandi. Tað hevur stjórnin fingið at vita frá uttanríkisráðharranum í Lettlandi, sum í løtuni hevur formansskapin í ES.

Nú umsóknin um ES-limaskap er tikin aftur, hava íslendsku stjórnarflokkarnir hildið vallyftið, teir góvu fyri tveimum árum síðani.

Undanfarna samgongan søkti um limaskap í ES í 2009 eftir fullkomna búskaparliga skrædlið árið fyri.

Framgongd í búskapinum

Ein orsøk til, at áhugin fyri limaskapi í ES er viknaður, er framgongdin í búskapinum seinastu árini. 

Makreltrætan millum strandarlondini, millum annað ES og Ísland, gjørdi heldur ikki áhugan fyri ES størri í Íslandi.  

Tað er lagnunnar speisemi, at teir báðir stóru borgaraligu flokkarnir, sum nú eru í íslendsku stjórnini, fingu skyldina fyri skrædlið í 2008.

Íslendska stjórnin heldur ikki, at henni nýtist at spyrja altingið um avgerðina at taka aftur umsóknina um limaskap í ES.    

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762