Vit eru nú 540 fleiri

Vit eru nú 540 fleiri
Størsti fólkavøkstur var í Tórshavnar kommunu, sum fekk 280 nýggjar borgarar í fjør og fór upp um 20.000 fólk
 
17.03.2015 - 08:11

Fólkatalið í Føroyum vaks í fjør. Tann 31.desember 2014 vóru 48.724 fólk í Føroyum, 540 fleiri enn 1.januar.

Orsøkin til vøksturin er millum annað, at fleiri fluttu til Føroya enn úr Føroyum. 1509 fólk fluttu til Føroya í fjør, men 294 færri fluttu úr Føroyum.

Størsti og minsti vøkstur

Størsti fólkavøkstur var í Tórshavnar kommunu, sum fekk 280 nýggjar borgarar í fjør og fór upp um 20.000 fólk. 

Størsta minkingin var í Tvøroyrar kommunu, 21 fólk.

Fólkatalið vaks í níggju oyggjum, minkaði í fimm og stóð í stað í trimum oyggjum.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514