Royna at loysa trætu

Royna at loysa trætu
Í dag fer Semingsstovnurin at royna at loysa trætuna millum Pedagogfelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um eina samsýning
Í dag fer Semingsstovnurin at royna at loysa trætuna millum Pedagogfelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um eina samsýning
 
31.03.2015 - 08:55

Talan er um samsýningina, sum pedagogar skulu hava, tá tey eru vegleiðarar hjá teimum, sum eru í starvsvenjing. Avtalan varð gjørd fyri okkurt um 30 árum síðani.

Pedagogfelagið segði avtaluna upp í heyst, tí tað vil hava hana dagførda. Avtalan fór úr gildi 1.mars. Síðani hava samráðingar verið um nýggja avtalu millum Pedagogfelagið og Lønardeildina, men samráðingarnar bóru ikki á mál.

Tí sendu partarnir boð eftir Semingsstovninum. Terji Sigurðsson, semingsmaður, segði við Útvarpið leygardagin, at hann hevur havt nakrar fundir við partarnar, og næsti fundur verður í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523