Trýsttangin verður fluttur á Landssjúkrahúsið

Trýsttangin verður fluttur á Landssjúkrahúsið
Nú er avtalað, at Heilsumálaráðið skal reka tangan
 
01.04.2015 - 09:23

Nógv umrøddi trýsttangin, sum hevur staðið í hølunum hjá Vørn á Hjalla, verður fluttur í nýggj høli á Landssjúkrahúsinum síðst í apríl.

Tað stendur á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum. 

Stríð hevur verið um, hvørt tað er Fiskimálaráðið ella Heilsumálaráðið, sum eigur ábyrgdina av tanganum, og skal fíggja hann. Men endaliga avtalan gjørdist, at Heilsumálaráðið skal hava og reka tangan, skrivar in.fo. Sjálv flytingin hevur verið seinkað, men nú boðar Landssjúkrahúsið frá, at tangin verður fluttur síðst í apríl.

Í sambandi við flytingina verður trýsttangin óvirkin frá 20. til27. apríl. Men verða tilburðir av kavarasjúku, meðan tangin er óvirkin, seturLandssjúkrahúsið seg samband við trýsttangatænastuna á Landspítalinum í Reykjavík ella við Royal Infirmery í Aberdeen í Skotlandi, har sjúklingar kunnu fáa viðgerð. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329