Viðgera játtanarkarmar í næstu viku

bannari
Viðgera játtanarkarmar í næstu viku
Løgtingið fer hósdagin í næstu viku at viðgera uppskotið um játtanarkarmarnar fyri næsta ár. Uppskotið leggur upp til at avlopið verður 56 mió. kr.
Hósdagin fer løgtingið at viðgera uppskotið um játtanarkarmarnar fyri 2016
 
02.04.2015 - 17:04

Sambært uppskotinum, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði fram í Fíggjarmálaráðnum leygardagin, verður avlopið á fíggjarlógini næsta ár 56 milliónir krónur.

Roknað verður eisini við nýggjum inntøkutiltøkum fyri 95 milliónir krónur. Hesar inntøkur skulu koma frá fiskivinnuni og alivinnuni, sum skulu gjalda meira til landskassan.

Men treytin er, at avgjaldslóggávan verður partur av fiskivinnunýskipanini, sum arbeitt verður við, sigur landsstýrið.

Raksturin av føroyska samfelagnum næsta ár skal kosta fýra milliardir og 369,4 milliónir krónur. Íløgur skulu gerast fyri 273 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444