Funnið gass í norskum sjógvi

Funnið gass í norskum sjógvi
Eitt lítið gassfund er funnið í Skirne East leitibrunninum, sum Faroe Petroleum eigur 20 prosent í. Nøgdin er lítil men góðskan er góð
Faroe Petroleum eigur 20 prosent í einum leitimiði, ið hevur funnið gass í norskum sjógvi
 
10.04.2015 - 11:39

Total Norge er fyristøðufelag á leitimiðinum, sum liggur í norska partinum í Norðsjónum. Leitibrunnurin er eitt lítið gassfund, men gassið er av sera góðari góðsku, sigur Faroe Petrolium.

Mett verður, at millum tríggjar og tíggju milliónir tunnur av oljulíknandi evnum kunnu fáast tilvega, og av hesum fær Faroe Petroleum 0,6 til 2,0 milliónir tunnur netto.

Fegnast um úrslitið

Graham Stewart, forstjóri, sigur í viðmerking, at felagið fegnast um úrslitið av Skirne East brunninum, hóast støddin á fundinum er minni enn væntað. Brunnurin verður nú typtur og fráfarin, og partarnir, sum eiga í honum, fara at viðgera eina møguliga útbygging.

Í komandi mánaðum verður byrjað at bora tann fyrsta av tveimum uppfylgingarbrunnum á Pil fundinum, sum Faroe Petroleum eigur 25 prosent í.

Síðani verður borað á Bister leitimiðinum, sum eisini er ein uppfylgingarbrunnur á Snilehorn fundinum, sum liggur tætt við Njord leiðina.

Total Norge eigur 40 prosent í leitimiðinum, Centrica 20 prosent, Det norske 20 prosent og Faroe Petroleum eigur 20 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634