Fleiri vørur blivnar bíligari

Fleiri vørur blivnar bíligari
Vørur og tænastur eru vorðnar bíligari í Føroyum seinasta árið. Tað eru serliga príslækkingar á brennievni, ið ávirka brúkaraprístalið
Fleiri vørur er blivnar bíligari seinasta árið, vísa nýggj tøl hjá Hagstovuni. Brennievni til bilar er til dømis 16,5 prosent bíligari nú sammet við somu tíð í fjør
 
16.04.2015 - 10:19

Frá fyrsta ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið lækkað 1,6 prosent. Príslækkingar á brennievni hava ávirkað brúkaraprístalið mest hetta seinasta árið.

Hagstovan hevur gjørt upp, at í nýtslubólkinum "Býli" er prísurin á brenniolju til húsarhald farin 18,9 prosent niður. Rentan á íbúðalánum er eisini lækkað, og samanlagt er býliskostnaðurin minkaður 7 prosent.

Í nýtslubólkinum "Flutningur" eru prísirnir á brennievni til akfør lækkaðir 16,5 prosent, og samanlagt er flutningskostnaðurin farin 2,1 prosent niður.

Prísfall í fleiri øðrum bólkum eisini

Prísfall hevur eisini verið í fleiri øðrum nýtslubólkum. Í bólkinum "ymiskar vørur og tænastur" eru prísirnir lækkaðir 2,3 prosent, tí barnagarðspláss eru vorðin bíligari.

Prísirnir á innbúgvi og húsbúnaði lækkaðu 1,7 prosent. Størsti prísvøksturin - 2 prosent - hevur verið innan samskifti. Tað eru postgjøld, sum eru hækkað.

Prísirnir á mati og drekka - samanlagt - hava at kalla staðið í stað seinasta árið, sambært nýggju tølunum hjá Hagstovu Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328