Lán til landskassan viðgerast

Lán til landskassan viðgerast
Týsdagin fer uppskotið til løgtingslóg um lántøku til landskassan í 2015 til aðru viðgerð í løgtinginum. Landsstýrismaðurin ætlar at læna 155 mió.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur biðið um loyvi at læna 155 milliónir krónur. Tað verður gjørt fyri at tryggja landskassanum neyðuga gjaldførið í 2015
 
20.04.2015 - 10:57

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur biðið løgtingið um loyvi at læna 155 milliónir krónur fyri at tryggja landskassanum neyðuga gjaldførið í 2015.

Uppskotið byggir á eina meting av, at hallið á fíggjarlógini fyri 2015 er 135 milliónir krónur. Harumframt er neyðugt at taka 20 milliónir krónur í láni til minstagjaldførið, stendur í lógaruppskotinum.

Peningur frá sakarmáli í landskassan

Sambært Bárði Nielsen, formanni í fíggjarnevndini, skulu tær 75 milliónirnar, sum landið hevur til góðar eftir at TAKS vann sakarmálið móti P/f Vinnuni í Hægstarætti 31. mars, beint í landskassan, og fer hetta at minka hallið á fíggjarlógini niður í helvt.

Tørvurin á láni til at tryggja landskassanum neyðuga gjaldføri í 2015 átti tískil at verðið minni enn upprunaliga mett, og spurningurin er, um hetta merkir, at lógaruppskotið skal broytast.

Tað eydnaðist ikki útvarpinum at fáa orðið á landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Mikudag 5. mars
LEITISSTEIN 04.03.2025
188686
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681