Vilja leingja leigumálið í Mjørkadali

Vilja leingja leigumálið í Mjørkadali
Verandi leiguavtala er til 2018, men kriminalforsorgin vil sleppa at leiga Mjørkadal og nýta tað sum varðhald enn longri
Kriminalforsorgin vil sleppa at leiga Mjørkadal longri enn til 2018, tá verandi avtala gongur út
 
23.04.2015 - 07:52

Stýrið fyri kriminalforsorgina í Danmark hevur ætlanir um at leingja leigumálið av Mjørkadali. Tað sæst í svari frá donsku kriminalforsorgini til Rigmor Dam, tingkvinnu og næstforkvinnu í trivnaðarnevndini.

Hon heldur ikki, at umstøðurnar hjá fangunum í Mjørkadali eru nóg góðar. Eftir at Trivnaðarnevndin var á vitjan í Mjørkadali, spurdi hon løgmann um umstøðurnar í Mjørkadali, og hjá føroyingum yvirhøvur, sum eru dømdir inn at sita.

Løgmaður svaraði at málsøkið varðhaldsfongsling er ikki yvirtikið, og bað tí Ríkisumboðið geva løgtinginum eina frágreiðing um umstøðurnar í Mjørkadali, sum danska kriminalforsorgin nú hevur svarað.

Vilja leiga seg inn í ein størri part

Kriminalforsorgin heldur, at umstøðurnar í Mjørkadali eru nøktandi verða ábøtur gjørdar, sum kriminalsforsorgin longu er í holt við, ella hevur ætlanir um at gera.

Millum annað vil kriminalforsorgin sleppa at leiga seg inn í ein størri part av bygningunum í Mjørkadali. Higartil hava tey sum sita í varðhaldi arbeitt og íðka ítrótt í einari barak uttanfyri høvuðsbygningin.

Ber til at leiga ein størri part av Mjørkadali, kunnu tey sum sita inni og arbeiða í betri umstøðum í høvuðsbygninginum, skrivar kriminalforsorgin, og fer hetta at bøta um umstøðurnar hjá fangunum.

Somu møguleikar sum í Danmark

Kriminalforsorgin skrivar, at møguleikarnir at íðka motión og útbúgva seg eru tær somu sum í einum donskum varðhaldi.

Kriminalforsorgin arbeiðir við at víðka um útbúgvingartilboðini, og at keypa útgerð, so tey sum sita inni kunnu venja á kamarinum.

SÍ EISINI Varðhaldið og Kriminalforsorgin løgd saman

Eisini hevur kriminalforsorgin ætlanir um at endurnýggja tekøkarnar, so tey sum sita inni fáa betri umstøður at gera sær ein drekkamunn sjálvi.

Illgrunni er tó um at blámusoppur er í nøkrum køkum, og hetta má kannast áðrenn farið verður undir at endurnýggja køkarnar, stendur í svarinum frá donsku kriminalforsorgini til Rigmor Dam, tingkvinnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792