Vil hava tímaniðurskurð

Vil hava tímaniðurskurð
Føroya Lærarafelag hevur heitt á Mentamálaráðið um at fáa tímaniðurskurð til teirra, sum byrja masterpartin á vegleiðara-útbúgvingini í summar
 
26.04.2015 - 10:29

Tey sum halda fram og byrja masterpartin á vegleiðara-útbúgvingini eftir summarsteðgin, skulu hava tímaniðurskurð. Tað heldur Føroya Lærarafelag, sum hevur heitt á Mentamálaráðið at taka støðu til hendan spurningin. 

Og Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, segði á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum fyri viku síðani, at tímaniðurskurðurin verður veittur til teirra, sum halda fram á  útbúgvingini.

Tað skrivar skúlablaðið. 

Mentamálaráðið hevur annars áður boðað frá, at tímaniðurskurður fór ikki at verða veittur. 

Lærarafelagið mótmælti, tí vegleiðara-útbúgvingin er ógvuliga arbeiðs- og tíðarkrevjandi.

Tímar til vegleiðarar í støddfrøði og orðblindni

Umframt tímaniðurskurð til teirra, ið halda fram við vegleiðaraútbúgvingini, segði landsstýrismaðurin, at tímar eisini verða til vegleiðarar í støddfrøði og orðblindalærarar soleiðis, at teir kunnu virka í førleikastovunum á jøvnum føti við aðrar yrkisbólkar, skrivar skúlablaðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210