- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingsskráin: Uppihaldsloyvi til útlendingar
Tann spurningin skal løgtingið millum annað viðgera, á tingfundinum í dag, tá onnur viðgerð er av ríkislógartilmæli, sum Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt fram.
Sum nú er, fær ein útlendingur í flestu førum ikki longt uppihaldsloyvi, um so er, at hjúnafelagin ella tann, sum viðkomandi livir saman við, doyr. Tí grundarlagið fyri loyvinum, sum er, at tey liva saman á felags bústaði, er burtur.
Familjusameingin
Eitt barn, sum hevur fingið uppihaldsloyvi, grundað á reglurnar um familjusameining, fer heldur ikki at fáa longt uppihaldsloyvi, um tann av foreldrunum, sum viðkomandi hevur fingið familjusameining við, ikki longur er fastbúgvandi í Føroyum
Fyri stuttum varð útlendingalógin í Danmark broytt, tí ein útlendsk kvinna við einum barni, sum búði í Danmark og var gift við donskum manni, varð víst av landinum saman við barninum, tí maðurin var deyður.
Í Danmark er tað nú sostatt lættari hjá útlendingum at fáa longt uppihaldsloyvi doyr makin.
Vilji til at integrera seg
Ríkislógartilmæli hevur verið til hoyringar hjá Útlendingastovuni.
Útlendingastovan vísur á, at ríkislógartilmæli hevur tær treytur við sær, at skal útlendingurin fáa framhaldandi uppihaldsloyvi, so skulu mynduleikar skulu taka støðu til, hvørt útlendingurin hevur víst vilja til at integrera seg.
Men vit hava onga integrasjónslóg í Føroyum og tí kunnu tulkingarspurningar standast um, hvørt útlendingurin hevur víst vilja til at integrera seg.
Kommunur skulu hoyrast
Til hetta sigur Johan Dahl, sum hevur lagt uppskotið fram, at tað eigur at vera viðkomandi kommuna har útlendingurin býr, sum verður hoyrd í slíkum málum umvegis Útlendingastovuna.
Hann sigur, at uppskotið fær ongar fíggjarligar avleiðingar fyri land ella kommunur.
Tingfundurin byrjar í dag klokkan 11, og á skránni eru 15 mál.