Sernám søkir nú eftir sálarfrøðingum til miðnám

Sernám søkir nú eftir sálarfrøðingum til miðnám
Sálarfrøðiskipanin skal gera næmingarnar betur førar fyri at gjøgnumføra miðnám og minka um fráfallið
 
30.04.2015 - 11:17


Talan er um hálvtíðasstørv og tey verða býtt við hálvtíðarstarvi í miðnámsskúlunum í Tórshavn og í Hovi og hálvtíðarstarvi í miðnámsskúlunum í Klaksvík, á Kambsdali og í Vestmanna.

Endamálið við sálarfrøðiskipan í miðnámsskúlahøpi er at gera næmingarnar betur førar fyri at gjøgnumføra miðnám og minka um fráfallið. 

Førleikamenna og vegleiða

Samstundis er endamálið at førleikamenna lestrarvegleiðingina og aðra vegleiðing í skúlunum, so hon er betur før fyri at taka hond um næmingar, sum hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp. 

Sálarfrøðingarnir skulu millum annað eisini veita ráðgeving og vegleiðing til lestrarvegleiðarar, starvsfólk og foreldur, og veita innanhýsis supervisión.

Krøv til umsøkjaran

Tann sum søkir skal hava prógv sum cand. psych ella cand. pæd. psych ella útbúgving, sum er javnsett við hesar, og skal millum annað duga at nýta kanningarúrslit í ítøkiligum námsfrøðiligum- og viðgerðaruppskotum 

Størvini eru tíðaravmarkað til komjandi skúlaár, men við møguleika fyri fastari setan um tænastan verður skipað sum varandi skipan. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. 

Evstamark at søkja er 15. mai.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815