Løgtingsfólk viðgera barnaískoyti í dag

Løgtingsfólk viðgera barnaískoyti í dag
Í dag fer løgtingið at viðgera lógaruppskotið hjá teimum fýra andstøðuflokkunum um serligt barnaískoyti til húski, sum eru undir fátækramarkinum.
 
08.05.2015 - 09:50

Sambært uppskotinum kann Almannaverkið eftir umsókn lata 1.500 kr. um mánaðin fyri hvørt barnið yngri enn 18 ár, sum er undir fátækramarkinum.

Landsstýriskvinnan í almannamálum skal í kunngerð áseta fátækramarkið og reglur um barnaískoytið sambært álitinum um fátækramark, sum landsstýriskvinnan fekk í fjør. 

Sambært andstøðuflokkunum eru 1.326 børn í Føroyum í fátækraváða.

Og sambært felagsskapinum “Í menniskjum góður tokki”, eru 511 børn í 269 húskjum, sum hava minni enn helvtina av einari miðinntøku at liva av. 

Kostar 9 milliónir um árið

Saman við lógaruppskotinum um barnaískoyti hava andstøðuflokkarnir uppskot um eykakjáttan til at fíggja barnaískoytið.

Barnaískoytið fer, sambært flokkunum, at kosta 9,2 mió. kr. um árið. Í ár verður kostnaðurin tó 4,6 milliónir, og tær verður biðið um í uppskotinum um eykajáttan.

Í uppskotinum roknar andstøðan við 700.000 krónum til Almannaverkið at umsita barnaískoytið. Tað er fyri hálvt ár.

Hetta talið er átta ár gamalt. Í 2007 var uppskot um barnagjald til stakar uppihaldarar í løgtinginum. Tá metti Almannastovan, at málsviðgerðin fór at kosta 1,4 mió. kr. um árið. Landsstýrismaðurin í almannamálum segði 700.000 kr. 

Løgtingsfundurin í dag byrjar klokkan hálvgum tvey. 

Áðrenn tingið fer at viðgera barnaískoytið, skal uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um at keypa tyrlutænastur frá Atlantic Airways fyri 444 mió. kr. næstu tíggju árini hava fyrstu viðgerð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297