Ósemja í samgonguni um ALS

Ósemja í samgonguni um ALS
Hanus Samró, løgtingsmaður, undrast á, hví fleiri starvsfólk í ALS skulu umsita færri arbeiðsleys
 
08.05.2015 - 13:02

Semja er ikki í samgonguni um broytingarnar í ALS-lógini, sum Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur biðið løgtingið gera.

Hanus Samró í Fólkaflokkinum mælir beinleiðis tinginum til at fella uppskotið.  

Ósamsvar millum inn- og útgjald

Sambært uppskotinum verða tey, sum gjalda í skipanina, revsað, men tey, sum umsita pengarnar, sleppa undan, sigur Hanus Samró. 

Tað er serstakliga óheppið, at Arbeiðsloysisskipanin ikki tekur í egnan barm, tí nógv bendir á, at nú eru fleiri starvsfólk, sum umsita færri arbeiðsleys. 

Hanus Samró sigur í álitinum hjá Vinnunevndini, at ALS er trygginarskipan, har samsvar eigur at vera millum inngjald og útgjald.

Men munur verður gjørdur á inngjaldi og útgjaldi eftir inntøkuni hjá tryggingartakarum.

Tá uppskotið ikki fylgir andanum í lógini, mælir Hanus Samró løgtinginum til at fella uppskotið hjá Johan Dahl. 

Umsitingin í ALS má endurskoðast

Hinir samgongumenninir í Vinnunevndini taka undir við uppskotinum, men mæla til at endurskoða útreiðslurnar til umsitingina hjá ALS. Tað kostar alt ov nógv at umsita ALS.  

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkurin taka eisini undir við uppskotinum, men vilja samstundis hava tað broytt nakað fyrst.

Og andstøðuflokkarnir seta eisini spurnartekin við umsitingar-útreiðslurnar hjá ALS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328