Rúsan letur upp deild við Norðskála

Rúsan letur upp deild við Norðskála
Nýggja sølubúðin er tann fyrsta í 22 ár
 
10.05.2015 - 15:37

Rúsdrekkasøla Landsins letur mikudagin 20. mai upp nýggja deild í bygninginum hjá Stanley við Norðskála. 

Síðani Rúsdrekkasøla Landins varð stovnað í 1992, hava seks sølubúðir verið kring landið. 

Sølubúðin við Norðskála verður tann sjeynda, og hon er tann fyrsta hjá Rúsdrekkasøluni í 22 ár. 

Endamálið við Rúsdrekkasølu Landsins er at veita viðskiftafólkum so dygdargóða tænastu sum til ber, samstundis sum nøgdirnar av seldum rúsdrekka ikki skulu vaksa. 

Í tíðarskeiðnum frá 2008 til 2014 er sølan av reinum alkoholi minkað munandi, sigur Rúsdrekkasøla Landsins í tíðindaskrivi. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522