Evnisdagur varpar ljós á rættindi

Evnisdagur varpar ljós á rættindi
Kringvarpið og SavnsGull skipa fríggjadagin fyri evnisdegi, ið fer at varpa ljós á, hvussu er við rættindum til savnstilfar hjá Kringvarpinum
Hvør hevur rættindi til hvat, nú stóra savnið í Kringvarpinum verður talgilt? Evnisdagur verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 15. mai
 
13.05.2015 - 14:59

- Hvør hevur upphavsrættin til eina tónleikaframførslu, sum Kringvarp Føroya hevur tikið upp – yrkjarin, lagsmiðurin ella tónleikararnir?

- Hvussu er við rættindunum hjá leikarum, sum hava spælt í einum útvarpsleiki? Rithøvundum, týðarum og teimum sum hava lisið? Og hvussu kann tilfarið endurnýtast?

Spurningarnir eru nógvir og aktuellir, nú stóra savnið hjá Kringvarpinum verður talgilt, skrásett og kanska endurnýtt á heimasíðuni ella á øðrum pallum hjá Kringvarpinum í framtíðini.

Tríggir fyrilestrar á skránni

Fyri at lýsa evnið á einum breiðum grundarlag, eru tríggir fyrilestrar á skránni. Torkil V. Rassmusen, løgfrøðingur í Mentamálaráðnum, greiðir yvirskipað frá føroysku lóggávuni um upphavsrætt.

- Hvat tað vil siga at hava rættindi? Um rættarstøðuna í starvssetanum og lógarásetingar um Kringvarp Føroya?

Deildarleiðari í DR, Annette Hoffmann Pedersen, greiðir frá kollektivum avtalum um rættindi til savnstilfarið hjá DR. Somuleiðis greiðir hon frá, hví rættindi forða fyri, at tilfar í DR kann verða endurnýtt.

Mikael Waldorff, ráðgevi hjá rættindahavarum, greiðir frá sjónarmiði hjá rættindahavarum og hvussu avtalur verða gjørdar á økinum.

Eftir fyrilestrarnar ber til at seta spurningar. Átakið endar við orðaskifti. Evnisdagurin verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 15. mai klokkan 13 - 16 og er ókeypis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714