Taka ódnartøk á Bátastevnuni

Taka ódnartøk á Bátastevnuni
Seinasta og avgerandi umfarið í várkappingini Ódnartak verður í dag í Vestmanna
 
16.05.2015 - 13:36

Seinasta umfarið í róðrarkappingini Ódnartak verður seinnapartin í Vestmanna, har bátastevna er hetta vikuskiftið.

 

Byrjað verður frá grótkastinum undir havnarskrivstouni, og málið er út fyri flakavirkið.

 

Róð verður umleið 150 metrar, og tað svarar til eini 30 tøk. Róðurin er skipaður soleiðis, at hvør manning rør tríggjar ferðir.

 

Kappingini verður ikki serliga drúgv, tí tilsamans taka róðrarnir bert umleið ein tíma. Tað er sera javn í fleiri av róðrunum, og tískil kann roknast við einum spennandi seinasta umfari í Ódnartøkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542