Tyrlur fyri 200 milliónir

Tyrlur fyri 200 milliónir
- Nýggju tyrlurnar hava fleiri fyrimunir, ið hava týdning í neyðstøðu og fyri vanligu ferðafólkini, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflogi
 
16.05.2015 - 16:05

Umleið 200 milliónir krónur.

Tað er prísurin fyri tær báðar nýggju tyrlurnar av merkinum AW 139, sum Atlantic Airways í næstum fer at fáa í flotan. 

 

Tyrlurnar lúka nútímans krøv, og serliga er tað í sambandi við tilbúgving og neyðstøður, at nýggju tyrlurnar koma væl við.

- Hesar tyrlurnar eru sterkari, skjótari og størri enn tær 20 ára gomlu Bell 412. Eitt nú kunnu tær flúgva heilt út á 200 fjóðringar sjómarkið og arbeiða í bjargingarátøkum í 30 minuttir, sigur Jørgen Holme og heldur fram:

- Harafturat er pláss fyri fleiri fólkum, tá sjúkraflutningur  og neyðstøður eru, sigur Jørgen Holme.

 

Eisini tey vanligu ferðafólkini, sum plaga at brúka tyrlurnar hjá Atlantic Airways, fara at merkja fyrimunir við nýggju tyrlunum.

- Gomlu tyrlurnar kundu taka níggju ferðafólk hvør, meðan pláss eru fyri 15 ferðafólkum í AW139, sigur stjórin í flogfelagnum og vísir eisini á, at ferðafólk í níggju tyrlunum fara at hoyra munandi minni óljóð, tá flogið verður.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871