SSL eigur at hava sítt egna avloysaraskip

SSL eigur at hava sítt egna avloysaraskip
Johan Dahl, landsstýrismaður, heldur, at skipið eigur at verða fíggjað við pengunum, sum verða brúktir at leiga avloysaraskip
Jósup hevur siglt fyri Rituna, sum er á sleipistøð
 
19.05.2015 - 08:09

Strandfaraskip landsins eiga at hava sítt egna avloysaraskip til útoyggjarnar, so sleppast kann undan at leiga skip hvørja ferð, strandfaraskipini skulu á beding, heldur Johan Dahl, landsstýrismaður.

Eitt slíkt skip kann fáast fyri sjey til níggju milliónir krónur, sigur landsstýrismaðurin í svari til Høgna Hoydal, løgtingsmann.

Tað hevði borið til at fíggja avloysaraskipið við pengunum, sum nú verða brúktir til at leiga skip at avloysa strandfaraskipini.

Høgni Hoydal spurdi, hví Jósup, sum vanliga siglir til Mykinesar, varð fluttur til Svínoyar-Fuglaoyarleiðina.

Jósup sigldi fyri Rituna, meðan hon var á beding fyrru helvtina av mai.

Strandfaraskip landsins fingu tvey tilboð upp á siglingina hjá Rituni. Annað tilboðið var 10.000 kr. um dagin, tað var Jósup, hitt tilboðið var 13.000 kr., upplýsir Johan Dahl.     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531