Professarar mæla til at selja makrel á uppboði

Professarar mæla til at selja makrel á uppboði
Tað ber væl til at forða fyri, at makrelurin endar á fáum hondum, verður hann seldur á uppboði, sigur Torbjørn Trondsen, professari
 
21.05.2015 - 10:56

Hóast tveir professarar, annnar í USA, og hin í Noregi, hava mælt vinnunevndini hjá altinginum til at selja rættin at fiska makrel á uppboði, fer vinnunevndin ikki í fyrsta umfari at mæla til, at tað verður gjørt í staðin fyri, sum nú, at brúka søgulig rættindi.

Formaðurin í nevndini sigur við íslendska kringvarpið, RÚV, at stundir hava ikki verið at viðgjørt tilmælið.

Ein onnur grundgeving, sum heldur ikki er ókend her í Føroyum, er, at spurningurin um uppboð skal viðgerast, nú ein fiskivinnunýskipan skal gerast í Íslandi.

Peter Crampton, professari í Maryland í USA, og Torbjørn Trondsen, professari í Tromsø í Noregi, mæla altinginum til at selja rættin at fiska makrel á uppboði.

Torbjørn Trondsen sigur fyrimunin vera, at semja fæst millum teirra, sum eiga tilfeingið - tað er íslendska ríkið - og teirra, sum fiska. 

Tey, sum keypa makrelin á uppboði, leiga í veruleikanum tilfeingið frá landinum í eitt ár ella tíggju ár, ella longur enn tað. Marknaðurin avger so, hvussu nógv landið fær í sín part og hvussu nógv, skipini fáa.

Nýtist ikki at enda á fáum hondum

Torbjørn Trondsen sigur, at væl ber til at forða fyri, at allur makrelurin endar á fáum hondum, verður hann seldur á uppboði. 

Tann, sum selur, tað er landið, kann skipa so fyri, at kvotan verður býtt millum allar landspartar. Harafturat kunnu lítil reiðarí fáa sersømdir, so sum loyvi til at bíða við at gjalda til makrelurin er fiskaður og seldur, skrivar Torbjørn Trondsen í brævinum til vinnunevndina hjá altinginum.

Norski professarin heldur, at øll fiskirættindi skulu seljast á uppboði. Men best er at byrja við einum fiskaslagi, sum er nýtt hjá íslendska flotanum. Tí tá eru ikki so drúgv søgulig rættindi at hugsa um.

Torbjørn Trondsen sigur, at í nógvum londum verður nú endurskoðað, hvussu fiskirættindi skulu latast. Millum annað nevnir hann Føroyar. 

Vánalig fyrireiking gjørdi, at royndin at selja rættin at fiska makrel á uppboði í Føroyum ikki eydnaðist so væl, sigur hann. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539