Fólkatingsvalið verður um tríggjar ella fýra vikur

Fólkatingsvalið verður um tríggjar ella fýra vikur
Av teimum 179 sessunum í fólkatinginum eiga Føroyar og Grønland tveir í part
 
27.05.2015 - 08:46

179 limir skulu veljast í danska fólkatingið, og sambært grundlógini eiga Føroyar og Grønland tveir fólkatingssessir í part.

Danska grundlógin sigur einki um, hvussu long tíð skal ganga frá tíð, at val verður skrivað út, til val verður hildið. Men vanliga ganga í minsta lagi tríggjar vikur til fýra vikur, tí at atlit verður tikið at brævatkvøðum.

Danska vallógin staðfestir, at atkvøtt kann verða við brævatkvøðu seinastu tríggjar vikurnar fyri valdagin.

Til ber at lesa meira um fólkatingsval á heimasíðuni hjá danska fólkatinginum her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793