Fólkatingsvalið: Politikarar í andgletti

Fólkatingsvalið: Politikarar í andgletti
Fyrsta sendingin verður hósdagin 4. juni.
 
28.05.2015 - 11:06

Í sambandi við fólkatingsvalið 18. juni verður sending í sjónvarpinum, har tíðindafólk spyrja umboð fyri flokkarnar, sum stilla upp.

Sendingin hevur heiti Í andgletti, og fyrsta sendingin verður hóskvøldið 4. juni. Beinta Løwe og Bogi Godtfred eru vertir

Eftir formansorðaskiftið í gjárkvøldið var lutakast, í hvørji røð flokkarnir vera Í andgletti, og úrslitið varð hetta:

 

Hósdagin 4. juni: Javnaðarflokkurin

Fríggjadagin 5. juni: Tjóðveldi

Mánadagin 8. juni: Miðflokkurin

Týsdag 9. juni: Sjálvstýrisflokkurin

Hósdagin 11. juni: Zakarias Wang

Fríggjadagin 12. juni: Sambandsflokkurin

Mánadagn 15. juni: Fólkaflokkurin

Týsdagin 16. juni: Framsókn

 

Sendingin Í andgletti verður í sjónvarpinum eftir Dag og Viku klokkan 19.20. Hon verður send aftur í útvarpinum klokkan 11 dagin eftir. Tó verður sendingin fríggjakvøld send í útvarpinum mánadagin eftir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV