Hammond stillar upp til fólkatingsvalið

bannari
Hammond stillar upp til fólkatingsvalið
Fyrrverandi grønlendski landsstýrisformaðurin, Aleqa Hammond, stillar upp til danska fólkatingsvalið
 
29.05.2015 - 07:16

Tað er greitt, nú Siumut-flokkurin í gjár kunngjørdi valevnis listan.

Aleqa Hammond legði frá sær sum landsstýrisforkvinna í september í fjør, eftir at tað kom fram, at hon hevði brúkt meira enn 100.000 krónur úr grønlendska landskassanum uppá seg og síni.

Pengarnir eru tó afturgoldnir. Eftir ta gøluna varð nýval til landstingið útskrivað, og tá stillaði Aleqa Hammond ikki upp.

Umframt Alequ Hammond bjóða tríggir aðrir Siumut-politikarar seg fram til Fólkatingsvalið. Hitt grønlendska fólkatingsumboðið, Johan Lund Olsen úr IA, stillar upp aftur.

Johan Lund Olsen tók sæti í fólkatinginum í fjør, tá Sara Olsvig vendi heimaftur til Nuuk at gerast forkvinna í IA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425