Val: Gongur støðugt framá hjá reyða blokkinum

bannari
Val: Gongur støðugt framá hjá reyða blokkinum
Kanning hjá Megafon vísir í morgun, at nýggi flokkurin, Alternativet, hevur framgongd, og er nú frammanfyri Konservativa flokkin
 
02.06.2015 - 08:57

Sambært kanningini hevði Alternativet fingið 3,6 prosent av atkvøðunum og Konservativi flokkurin 3,4 prosent.

Kanningin vísir samstundis, at reyði blokkurin hevur støðuga framgongd, og kanningin í morgun vísir, at teir flokkarnir hava eina framgongd uppá 0,4 prosentstig í mun til kanningarnar í gjár.

Óbroytt tinglimatal

Tá talan er um tinglimir, so er støðan óbroytt í mun til í gjár, blái vongurin hevði fingið 90 tinglimir og reyði vongurin 85 tinglimir, um val var nú.

Danski Javnaðarflokkurin er framvegis størsti flokkurin og hevði fingið 25 prosent av atkvøðunum.

Vinstri sum er næststørstur, hálar inn á Javnaðarflokkin og hevði fingið 21,3 prosent av atkvøðunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334