Nýtt rættarmál móti Hosni Mubarak

Nýtt rættarmál móti Hosni Mubarak
Hesaferð er fyrrverandi egyptiski forsetin ákærdur fyri at skipa fyri, at mótmælisfólk vórðu dripin á Tahrir-torginum í miðbýnum í Kairo
 
04.06.2015 - 13:15

Ein lægri dómstólur hevur annars slept málinum móti Mubarak, sum varð koyrdur frá í 2011 eftir uppreistur í landinum.

Almenni ákærin bað um at ógilda avgerðina hjá hesum dómstólinum, og dómarin tók undir við áheitanini.

Sambært dómaranum byrjar nýggja rættarmálið 5. november.

Dømdur áður

Í síðsta mánaði vóru Hosni Mubrak og tveir synir hansara dømdir trý ára fongsul fyri mutur í einum rættarmáli, sum eisini varð tikið uppaftur.

Í november fríkendi ein dómstólur Mubarak fyri at hava ábyrgdina av at hava dripið mótmælisfólk í Kairo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025