Útlitini fyri heimsbúskapin eru ikki góð

Útlitini fyri heimsbúskapin eru ikki góð
Og fyrsta fjórðingsár í ár, var tað ringasta síðani fíggjarkreppuna í 2008, sigur OECD í nýggjastu frágreiðing síni

05.06.2015 - 09:57

Tí hevur OECD, sum er stovnurin fyri fíggjarligum samstarvi og menning, lækkað sína meting fyri úrslitið í ár.

Fyri samlaða heimsbúskapin er lækkingin 0,5 prosentstig, og fyri amerikanska búskapin meir enn eitt prosentstig. Heldur frægari sær út í Europa, sigur OECD.

Loysir seg ikki

Ov smáar íløgur í nógvum londum eru til bága fyri vøksturin, og tað darvar so vøkstrinum uppá longri sikt, sigur stovnurin.

Fyritøkur og tey sum eiga pengar, síggja ikki stórvegis framtíð í at gera íløgur, tí verður tað ikki gjørt, verður sagt.

Bati at hóma

OECD sigur seg rokna við, at gongdin næsta ár verður betri, og næsta heyst verður gongdin sum hon var undan fíggarkreppuni.

Lágur oljuprísur, lágar rentur og at europeiski miðbankin sprænir pening út í kervið, fara at venda gogdini sum frálíður.

Í Europa er arbeiðsloysið omanfyri 10 prosent, og tað er tvær ferðir so høgt sum í USA. Har verður eingin broyting í 2016, sigur stovnurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744