Blinken ávarar um nýggjar ósemjur í Sýria

Blinken ávarar um nýggjar ósemjur í Sýria
Amerikanski uttanríkisráðharrin vísir á, at bæði ísraelskt og turkiskt hernaðarligt virksemi hevur verið á sýriskari jørð seinastu dagarnar.
Antony Blinken er amerikanskur uttanríkisráðharri.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.12.2024 - 09:59

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, ávarar um, at nýggjar ósemjur kunnu koma í Sýria, nú uppreistrardeildir hava rikið sitandi forsetan, Bashar al-Assad, frá valdinum.

Blinken nevndi, at bæði ísraelskt og turkiskt hernaðarligt virksemi hevur verið á sýriskari jørð seinastu dagarnar.

- Tað hevur týdning, at vit tryggja okkum, at eingin nýggj ósemja kemur, segði Blinkan, tá ið hann vitjaði í grannalandinum hjá Sýria, Jordan.

Ísrael hevur seinastu vikuna framt fleiri luftálop á Sýria. 

Ísrael sigur seg royna at forða fyri, at vápn enda á 'skeivum hondum'.

Samstundis ávarar "Felagsskapurin fyri at banna lívfrøðiligum vápnum" um, at luftálop kunnu raka goymslur við lívfrøðiligum vápnum, og tað kann elva til dálking, skrivar AFP-tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086