Sildafiskiskapurin liðugur í ár

Sildafiskiskapurin liðugur í ár
Sildaskipini Gøtunes, Tummas T., Tróndur í Gøtu og Fagraberg sigla heim at landa sildina, sum tey hava fiskað í altjóða sjógvi í ein útnyrðing úr Føroyum.
Gøtunes hevur 1.230 tons av sild
 
26.12.2024 - 10:33

Tað skrivar heimasíðan fiskur.fo í morgun.

Kringvarpið fekk orð á skiparan á Gøtunesi í morgun og sambært honum hevði fiskiskapurin verið svingandi, og tað hevur viðrað illa á leiðini eystur ímóti Jan Mayen, har tey fýra føroysku uppsjóvarskipini hava fiskað.

Gøtunes hevur 1.230 tons inni, og tað er bara umleið ein triðingur av tí, sum skipið kann lasta. Men tá fiskað verður til matna er nøgdin altíð væl minni enn tað, sum skipið tekur.

Sambært heimasíðuni fiskur.fo hava hini trý skipini fiskað um 500 tons hvørt.

 

Landa á Tvøroyri og Fuglafirði

Veðrið á leiðini heim er heldur einki at reypa av, men skiparin á Gøtunesi roknar við, at teir vera á Tvøroyri tíðliga í morgin árini.

Tey trý skipini hjá Varðanum skulu landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri og Fagraberg skal landa til Pelagos.

Gøtunes fer ikki útaftur áðrenn nýggjár.

Skipið hevur fiskað sildakvotuna og skal beint eftir nýggjár antin á makrelveiðu ella at fiska svartkjaft. Hvat tað verður er avgerð ikki tikin um enn.

 

Ófiskað kvota kann flytast til næsta ár

20. desember vísti uppgerð hjá Vørn, at 55.100 tons av føroysku kvotuni av norðhavssild var fráboðað fiskað higartil í ár.

Kvotan er 63.800 tons.

10 prosent av kvotuni kann flytast yvir um ár, so sjálvt um ikki alt er fiskað, fer helst at bera til at flyta ein part til næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815