- Tíðindi, mentan og ítróttur
Opið mentanarnáttina: Kom og vitja okkum

Kringvarp Føroya bjóðar fólki at koma á gátt mentarnáttina. Opið er frá klokkan 16:30 til kl. 22:00.
Morgunkórið, sum Morgunsendingin tók stig til, fer millum annað at syngja, og eisini fer Jákup Veyhe at føra fram brot úr Mórugøtu.
Sí alla skránna niðanfyri
Vitjandi fáa høvi at vera hjástødd, tá útvarpstíðindini, Dagur og Vika og Gekkurin verða send.
Hvønn hálvan tíma fara kringvarpsfólk at vísa gestum runt og eisini ber til at síggja, hvussu kringvarpssavnið verður talgilt.
Á tónlistarliga økinum eru fýra konsertir. Lagt verður fyri við Konni Kass. Seinni spælir og syngur Guðrið Hansdóttir, Morgunkórið syngur og síðstu konsertina hevur Sakaris.
Myndirnar, sum vunnu listakappingina í vár, verða eisini sýndar fram.
Soleiðis verður skráin mentanarnáttina
16:30 Mórugøta live. Jákup Weyhe leikar brot úr barnarøðini í Høllini
17:00 Fyrsta rundvísingin. Rundvísing verður hvønn hálvan tíma
17:00 SavnsGull. Talgilding og videobrot úr SavnsGulli.
18:00 Tíðindasending í ÚV. Vitjandi hava høvið at vera í kontrolrúminum
18:25 Konsert í Høllini við Konni Kass, sum vann Sement-kappingina
19:00 Dagur og Vika. Bólkar við vitjandi hava høvi at fara í D&V-studio
19:30 Guðrið Hansdóttir syngur og spælir í Høllini
20:00 Gekkurin. Bólkar við vitjandi hava høvið at fara inn í Gekkastudio
20:15 Morgunkórið syngur í trappuni í Forhøllini
21:30 Konsert við Sakaris í Høllini
Myndirnar, sum vunnu listakappingina í Morgunsenndingini í vár, verða vístar á eini framsýning í gongini í Norðurlonini.






















