Løgmannsskrivstovan viðhald í Eystara landsrætti

Løgmannsskrivstovan viðhald í Eystara landsrætti
Løgmansskrivstovan skal ikki viðganga, at avgerðin um at taka aftur løggildingina hjá tveimum grannskoðarum, er ógildug.
 
18.06.2015 - 10:02

Dómur var sagdur í Eystara Landsrætti í dag í sokallaða grannskoðaramálinum. 

Niðurstøðan hjá rættinum var, at Løgmansskrivstovan ikki skal viðganga, at avgerðin um at taka aftur løggildingina hjá tveimum grannskoðarum er ógildug.

Tað segði Føroya rættur tann 2.februar. Og tað sama segði Eystari landsrættur í morgun, tá hann staðfesti dómin hjá Føroya rætti.

Skulu rinda sakarkostnað

Grannskoðararnir, sum skutu dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin, skulu umframt egnan sakarkostnað rinda Løgmanskrivstovuni 40.000 kr. í sakarkostnaði fyri viðgerðina í Landsrættinum. 

Grannskoðararnir skulu hava serliga próvtøku

Dómurin staðfestir, at fyri at kunna kalla seg autoriseraður, løggildur, grannskoðari, skal grannskoðarin hava staðið eina serliga próvtøku.  

Tí er tað í lagi, at Løgmansskrivstovan og løgmaður tann 21.februar í 2012 ógildaðu skrásetingina, sum níggju grannskoðarar fingu í 2007 uttan at hava staðið kravdu royndina.

Málið kom undan kavi á heysti í 2010, tá Løgtingsins umboðsmaður gjørdi eina frágreiðing um tað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132