Løgmaður legði upp til broytingar

Løgmaður legði upp til broytingar
Í nýggjársrøðu síni í gjárkvøldið legði Aksel V. Johannesen, løgmaður, dent á, at broytingar mugu gerast. Hvørjar sigur hann tó ikki nógv um
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.01.2026 - 15:36

- Vælferðarskipanirnar vóru ongantíð ætlaðar sum ein koddi at hvíla á. Hinvegin var ætlanin at skapa bestu fortreytir, fyri arbeiðssemi í einum virknum lívi.

M.a. soleiðis at Aksel V. Johannesen, løgmaður, í gjárkvøldið, tá hann helt sína síðstu løgmansrøðu, ið hvussu so er á hesum sinni.

Ein gjøgnumgangandi boðskapur var, at broytingar mugu gerast.

- Fólk eru samd um, at landskassin skal hava yvirskot, og at neyðugar broytingar skulu gerast. Men neyðugu broytingarnar skulu helst raka onkran annan, helt hann fram.

Onkrar broytingar eru gjørdar, men fleiri skulu til
Aksel V. Johannesen førdi m.a. fram, at onkrar broytingar eru gjørdar, men at tær ikki eru nóg mikið.

M.a. vísti hann á, at hann í fjør tók avgerð um, at Landsstýri og miðfyrisitingin skuldu umskipast, soleiðis, at talið av landsstýrisfólkum lækkaði úr 9. niður í 6. 

Tað var eftir tilmæli frá Nýskipanarnevndini, at Landsstýrið og miðfyrisitingin vorðu umskipað við virknaði frá 1. desembur í fjør.

Hóast, at løgmaður ikki nevndi ítøkiligar ætlanir um broytingar, so nevndi hann kortini nøkur dømi, sum kunnu gerast.

Hoyr innslag frá útvarpstíðindunum niðanfyri.

1785866

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985