2025 verður eitt ár, Sissal fer seint at gloyma

2025 verður eitt ár, Sissal fer seint at gloyma
Havnardaman Sissal hevur havt eitt sera hendingaríkt ár, og hóast hon hevur nógv um hendi í Danmark, hevur hon gjørt av at koma heim til síni kæru um høgtíðina.
31.12.2025 - 20:15

Sissal Jóhanna Norðberg Niclassen hevur ferð eftir ferð stolið hjørtu okkara í ár. Tað er ikki ein undirmeting at siga, at Sissal hevur verið nógv frammi í miðlunum og veruliga gjørt nógv um seg. Tað er serliga tónleikaliga, at Sissal hevur staðið seg væl, tá ið hon vann danska Melodi Grand Prix í februar og sang seg heilt til finaluumfarið í Eurovision í mai. Nógv varð gjørt burtur úr stóru hendingini, millum annað varð finalan víst á stórskíggja á Vágsbotni, har nógv fólk vóru savnað. 

Les eisini: Trappan er full! 

Sissal, ið umboðaði Danmark til Eurovision, megnaði at koma í finaluumfarið, sum er fyrstu ferð síðani 2019.

Kringvarp Føroya var við, tá ið Sissal skuldi umboða Danmark í heimsins størstu tónleikakapping, Eurovision, sum var hildin í Basel í Sveis. Í sendingini fylgja vit Sissal í heimligum umhvørvi á Oyrasundi, eru í bindiklubbi og sleppa aftur um stóra pallin í Basel. 

Síggj Hvørvisjón her: 

Ikki nóg mikið við tí, so Sissal hevur eisini luttikið í seinasta umfari av væl umtóktu dansikappingini Dansifrøi, har hon vísti øllum kongaríkinum, at hon dugir meira enn bara at syngja. 

Les eisini: Tit koma at síggja nógv meira til mín 

Hetta er bara brot úr øllum tí, sum er hent í 2025. Hóast hon hevur nógv um at vera, var Rebekka Manuela Behrens á gátt hjá Sissal og frætti, hvussu árið hevur verið. Hoyr alla samrøðuna omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334