Samráðast aftur um norðhavssildina

Samráðast aftur um norðhavssildina
Samráðingarnar nú eru um býtið í 2016 og árini eftir tað, tí londini eru givin við royndunum at fáa semju um 2015
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vil ikki vátta, um føroyska kvotan av norðhavssild aftur verður 40.000 tons í ár
 
25.06.2015 - 08:51

Í dag fara strandarlondini enn eina ferð at royna at finna semju um norðhavssildina. Noreg hevur formansskapin í samráðingunum, sum eru í Keypmannahavn í dag og í morgin. 

Samráðingarnar nú eru um býtið í 2016 og árini eftir tað, tí londini eru givin við royndunum at fáa semju um 2015. 

Á fundinum í Keypmannahavn eru strandarlondini Føroyar, ES, Ísland, Noreg og Russland. Grønland er við sum eygleiðari.

40.000 tons

Í fjør samdust ES og Føroyar um, at føroyska kvotan í 2014 var 40.000 tons, hóast hini strandarlondini, eisini ES,  upprunaliga vóru samd um, at Føroyar bara áttu 20.000 tons. Sum skilst verður føroyskan kvotan 40.000 tons aftur í ár. 

Men tað vil Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, tó ikki vátta.

Hann sigur, at kunngerðin um norðhavssild fyri 2015 er tann sama sum í fjør, men hon verður ikki lýst enn. Fyribils er kvotan eisini tann sama sum í fjør, 40.000 tons, men tað talið er tó ikki endaligt, sigur Jacob Vestergaard.

Kunngerðin er langt síðani liðug. Hon var í Fiskivinnuráðnum fyri einum góðum mánaði síðani. Og hon hevur eisini verið á landsstýrisfundi.

Ongan skund

Jacob Vestergaard sigur, at tað hevur ongan skund at lýsa kunngerðina, tí sildafiskiskapurin byrjar ikki fyrr enn í heyst.

Og vinnan hevur havt kunngerðina til hoyringar, so hon veit, hvat er í væntu, sigur landsstýrismaðurin.

Norðhavssildin er illa fyri. Fiskifrøðingarnir mæla til ikki at fiska meira enn 280.000 tons í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776