Íverksetarar kunnu søkja lán úr vakstrargrunni

Íverksetarar kunnu søkja lán úr vakstrargrunni
Danski grunnurin, sum staturin eigur, er millum annað sinnaður at veðhalda fyri trimum fjórðingum av 65 mió. kr. í lánum í peningastovnum í Føroyum
 
09.07.2015 - 08:59

Íverksetarar í Føroyum og Grønlandi kunnu skjótt eisini fáa lán og veðhald fyri lánum úr danska vakstrargrunninum, Vækstfonden.

.Grunnurin veðheldur fyri láni, í mesta lagi tvær milliónir krónur, hjá fyritøkum, sum sjálvar ikki megna at veita nóg stóra trygd. 

Vækstfonden hjálpir fyritøkum, sum hava stóran váða, so stóran, at tey, sum annars læna vinnuni pengar, halda seg aftur.

Vækstfonden hevur ymsar fíggingarloysnir, sum lítlar og miðalstórar fyritøkur kunnu søkja um.

Grunnurin varð stovnaður í 1992 og hevur hjálpt 5400 fyritøkum í Danmark við fígging.

Tekur fólkatingið undir við lógarbroytingini hjá Troels Lund Poulsen, vinnumálaráðharra, fer Vækstfonden at umfata alt ríkið.

Í nøkur ár hevur verið tosað um geva Føroyum og Grønlandi atgongd til Vækstfonden. Leiðslan í grunninum var í Føroyum í mars og kunnaði myndugleikar, fíggingarstovnar og fyritøkur her um grunnin. 

Í mars 2011 lovaði Lars Løkke Rasmussen, sum eisini var forsætisráðharri tá, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, at Føroyar sluppu fram at Vækstfonden og øðrum slíkum donskum skipanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585