Í annaðkvøld letur flytingargluggin aftur

Í annaðkvøld letur flytingargluggin aftur
Á midnátt í annaðkvøld er ikki longur møguligt hjá leikarum við yrkissáttmála at skifta millum fótbóltsfeløg
 
15.07.2015 - 15:04

Tað skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni. 

Skal leikari spæla í fremstu føroysu fótbóltsdeildini, skal loyvi fylgja leikaranum, og tí er neyðugt at loyvi er útflýggjað Fótbóltssambandinum og nýggja felagnum áðrenn freistin er úti.

Flytingargluggin er bara galdandi fyri leikarar, sum eru sáttmálabundir og ikki fyri áhugaleikarar. 

Áhugaleikari kann frítt skifta millum feløg alt árið. Áhugaleikari skal tó hava leikaraloyvi, sum er skrásett í felagnum og Fótbóltssambandinum. 

Flytingargluggin hevur verið opin síðani 18. juni.

Landskappingin í fótbólti er í summarfrí, og fyrsta umfar eftir summarfrítíðina verður 27. juli og á ólavsøku, 28. og 29. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793