Ávarar móti flóttafólkapolitikkinum í Danmark

Ávarar móti flóttafólkapolitikkinum í Danmark
Stine Bosse, forkvinna í BankNordik, finst hvassliga at ætlanini hjá integrasjónsráðharranum at herða reglurnar fyri at taka ímóti flóttafólki
Stine Bosse er nevndarforkvinna í BankNordik. Hon hevur drúgvar royndir í donskum vinnulívi
 
27.07.2015 - 12:51

Stine Bosse, forkvinna í BankNordik, leggur seg nú út í kjakið um flóttafólk og innflytarar í Danmark.

Nýggi ráðharrin í integrasjónsmálum, Inger Støjberg, hevur sagt, at stjórnin fer at herða reglurnar fyri at taka ímóti flóttafólki, og hon hevur eisini nevnt møguleikan at lýsa í útlendskum bløðum um herdu tiltøkini.

Stine Bosse, sum eisini hevur drúgvar royndir í vinnulívinum, spyr í tíðarritinum Ræson, hvussu Inger Støjberg ætlar at samskifta við flóttafólk eitt nú úr Sýria, Ukraina, Kongo ella Nigeria. 

Hon spyr eisini, um ráðharrin hevur ómakað sær spurt vinnulívið um málið, nú tørvur er á fólki úr øllum heiminum at koma til Danmarkar at arbeiða, tí kreppan er um at verða av.

Danmark fær fyrimun

Stine Bosse vísir á, at ES hevur gjørt eina ætlan fyri, hvussu limalondini kunnu hjálpa hvør øðrum at loysa flóttafólkaspurningin.

Men Danmark vil ikki vera við, hóast tað bara hevði verið ein fyrimunur, skrivar Stine Bosse.

Færri flóttafólk høvdu komið inn í landið, og stríðst hevði verið ímóti mannasmuglingini, sigur hon.

Eftir situr eitt viðkvæmt Grikkaland við trupulleikanum, sum kann hótta trygdina og støðufestið í ES. Og eftir sita eisini hundrað túsund tals flóttafólk, teirra millum tvær milliónir sýrisk børn.

Søgan fer at minnast

Stine Bosse skrivar, at søgan minnist Danmark fyri at hava bjargað jødum til Svøríkis undir seinna heimsbardaga, men vit fara eisini at minnist tey, sum sótu hendur í favn, meðan kríggið leikaði á í Sýrialandi. 

Tað fara ikki bara danir, men eisini Evropa og allur heimurin at minnast, skrivar nevndarforkvinnan í BankNordik í tíðarritinum Ræson. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751