- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj tingseta byrjar í dag
Nýggj tingseta byrjar í dag
Ein nýggj tingseta byrjar í dag, tá Løgtingið verður sett klokkan eitt.

29.07.2015 - 09:23
Í samband við setanina fer løgmaður at bera fram sjeyndu ólavsøkurøðu sína.
Siðvenja er, at ólavsøkurøðan verður nýtt til at taka samanum løgtingsárið sum fór, og at kunna løgtinginum um lóggávu og tiltøk, sum landsstýrið ætlar at fremja í nýggju tingsetuni.
Men val skal verða áðrenn 29. oktober í ár, tað vil siga í seinasta lagið um tríggjar mánaðar, og og tí er stóri spurningurin í ár, um Løgmaður fer at skriva út val í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
RagnarRokk: Kjetil Nordhus um A Dark Poem, Part III: The Messiah Complex
212529
Nýggjastu sendingar í SV























