Nýggjur motorur til Vágsverkið komin

Nýggjur motorur til Vágsverkið komin
Økta virksemið í Suðuroynni hevur økt um eftirspurningin eftir orku, og tað hevur fingið SEV at gera íløgu í ein nýggjan motor til verkið í Vági
Eftirspurningurin eftir el orku í Suðuroy er vaksandi. Tí byggir SEV nú verkið út fyri umleið 100 milliónir
 
03.08.2015 - 16:06

Fríggjadagin kom nýggi motorurin, sum SEV hevur keypt til el-verkið í Vági, til landið. Talan er um ein sokallaðan M4 motor, sum vigar omanfyri 40 tons, skrivar Suðuroyarportalurin.

Tað er skipasmiðjan MEST sum hevur havt uppgávuna um hendi fyri SEV. Umframt nýggja motorin verða aðrar ábøtur eisini gjørdar á verkinum í Vági.

Nú verkið í Vági verður dagført, er talan um eina íløgu, sum tilsamans fer at kosta okkurt um 100 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087