Javnaðarflokkurin átti eisini at lagt uppskot fram

bannari
Javnaðarflokkurin átti eisini at lagt uppskot fram
Javnaðarflokkurin átti eisini at verið við til at lagt uppskotið um misálit á løgmann saman við Tjóðveldi og Framsókn, heldur Jóannes Eidesgaard
Javnaðarflokkurin átti eisini at verið við til at lagt uppskotið um misálit á løgmann saman við Tjóðveldi og Framsókn, heldur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður
 
08.08.2015 - 10:21

Tað sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður í Javnaðarflokkinum og fyrrverandi løgmaður, í samrøðu við Dimmalætting um vikuskiftið.

Hóast Javnaðarflokkurin ikki var við til at leggja uppskotið fram, atkvøddi flokkurin fyri uppskotinum Jóannes Eidesgaard sigur, at sum viðurskiftini lagaðu seg, var eingin annar møguleiki hjá andstøðuni enn at leggja fram uppskot um misálit.

- At uppskotið fall, er so tað, men nú hevur andstøðan í øllum førum sett eitt mark fyri, hvat hon kann góðtaka, sigur hann.

Var ikki av taktiskum orsøkum

Spurdur, um tað ikki var av taktiskum orsøkum, tá nýggj samgonga skal skipast eftir valið, at Javnaðarflokkurin ikki var við til at leggja uppskotið um misálitið fram, sigur Jóannes Eidesgaard, at tað kann vera. Men tað er eftir hansara tykki misskilt.

- Avgerðin, sum løgtingið tók týsdagin, verður standandi. Og hon sigur, at meirilutin góðtekur, at løgmaður hevur sagt ósatt fyri tinginum, sigur hann í samrøðuni við blaðið.

- Tey í Javnaðarflokkinum atkvøddu fyri misálitinum, men eftir mínum tykki áttu tey eisini at lagt uppskotið fram, sigur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi formaður í Javnaðarflokkinum og fyrrverandi løgmaður, við Dimmalætting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424